fbpx

Steinum Sport

Discover Steinum Sportswear

Steinum Sport sniðgeva og framleiða ítróttarklæðir við serligum denti á rógving.
Okkara høvuðsframleiðsla eru trikot og blusir (rashguards), sum eru ment serliga til krøvini í rógving, bæði á sjógvi og innandura.
Stigtakararnir handan Steinum Sport, eru øll royndir rógvarar og vita tí, at passformur, rørslufrælsi og haldføri eru avgerandi.
Afturat rógving eru klæðini eisini hóskandi til aðrar ítróttargreinar, eitt nú vektlyfting og aðra venjing.

Endamál ( kanska okkurt annað her??)

Funktionalitetur er altíð grundarlagið, men útsjóndin hevur eisini týdning. Okkara mál er at skapa ítróttarklæðir, sum bæði eru praktisk og men eisini vøkur — ofta við íblástri úr føroyskum bindingarmynstrum, og altíð við virðing fyri litunum og samleikanum hjá hvørjum felagi.
Vit gera øll sniðini sjálvi og menna tey í samstarvi við feløg og manningar.
Vit stremba eftir at tillaga hvørt snið eftir einstaka tørvunum hjá hvørjari bátsmanning. Vit nýta litir og stíl hjá feløgunum og seta viðkomandi upplýsingar, so sum bátanøvn, persónsnøvn, búmerki og stuðlar beinleiðis á klæðini — bæði á draktirnar, blusirnar, T-shirts og sokkar.

Samstarv

Klæðini eru framleidd í Evropa, tøttum samstarvi við Anthrax Sportswear.
Tøknin, vit nýta, er soleiðis háttað, at nøvn, mynstur og búmerki ikki bara verða prentað uttan á klæðini, men vovin inn í sjálvt plaggið, so at klæðini varðveita bæði passform og funktionalitet, og at litir, nøvn og búmerki ikki slítast av ella hvørva í vaski.

Vøruúrvæl

Afturat klæðum selja vit eisini serliga útvalda útgerð, so sum Speedoach, stoppur og rógvisetur. Hetta eru vørur, sum eru valdar við umhugsni útfrá egnum royndum, sum vit vita, eru serliga hentar innan rógving.

Stopp-ur

Speed Coach

Draktir

Hosur

T-shirts

Rash guard

Rógvi- setur